Cristiano Ronaldo fekk nógv tær flestu atkvøðurnar, tá heimsins besti fótbóltsspælari í 2014 skuldi finnast. Hann fekk meira enn tvífalt so nógvar atkvøður sum Lionel Messi, sum annað árið á rað mátti taka til takkar við heitinum sum næst besti spælarin í heiminum.
Greiði sigurin í atkvøðugreiðsluni ber boð um, at meirilutin er samdur um, at Ronaldo átti heiðurin uppibornan, men tað eru ikki øll, sum eru samd í hesum.
Ein teirra er fyrrverandi hollendska landsliðskempan, John Cruyff, sum sjálvur vann gylta bóltin - tá var tað sum bestur í Europa - tríggjar ferðir.
- Bæði førleikar hjá einstaklinginum og vunnin heiti telja við í hesum, og út frá hesum skilji eg als ikki, at Ronaldo hevur vunnið bæði í 2013 og í 2014, sigur Cruyff við De Telegraaf.
- Í 2013 vann Bayern München alt, sum vinnast kundi, og Toni Kroos var eitt upplagt boð, men hann kom als ikki upp á tal. Í fjør vann Týskland HM, og aftur har spældi Kroos ein stóran leiklut. Ronaldo var mest sum ósjónligur undir HM, so eg havi trupult við at taka eina slíka atkvøðugreiðslu í álvara, sigur Johan Cruyff, sum sjáldan hevur verið bangin fyri at siga sína hugsan.