Ronaldo hugsar ikki um Real

Áhaldandi søgur hava sett Cristiano Ronaldo í samband við Real Madrid, og í fjør var eftir øllum at døma nær við, at Ronaldo fór úr Manchester United og til Real Madrid. Men Ronaldo segði í gjár við Sunday Mirror, at hann ætlar sær ikki til Real Madrid at spæla. - Hasin dreymurin er deyður. Nú droymi eg bara um Manchester United og um vinna Champions League við liðnum, sigur Ronaldo.