Ronaldo á Hotel Føroyum

Nógv fólk vildi heilsa upp á Cristiano Ronaldo og Portugal

Portugisiska landsliðið við Cristiano Ronaldo á odda, er komið vegin fram til Hotel Føroyar, har liðið skal gista komandi tveir dagarnar.

 

Les eisini: Ronaldo í Føroyum

 

Nógv fólk vóru komin saman uttanfyri gistingarhúsið, at heilsa upp á heimsstjørnuna. Tey bíðaðu tolin eftir evropameistarunum, men tað vóru bara nøkur fá, ið fingu høvið at heilsa upp á kenda liðskiparan úr Real Madrid.

 

Cristiano Ronaldo var síðstur úr bussinum og gekk framvið stóru fjøldini, ið var samlað uttanfyri Hoteli Føroyar. Inni í forhøllini valdi Cristiano Ronaldo at steðga á og heilsa upp á nakrar av fjepparunum.

 

Hann tók selfie saman við nøkrum av teimum yngru fjepparunum og fór so víðari. Tað bleiv nakað rokaligt eina løtu, tá Cristiano Ronaldo steðgaði á, men annars spældi alt væl av. Nú verður spennandi at vita hvørjum lag hann verður í til venjing í kvøld.