Ronaldo hevur 20 miljónir fjepparar á Facebook

Ronaldo er ein eins stór Facebook-stjørna, sum fótbóltsstjørna Lionel Messi er kanska heimsins besti fótbóltsspælari, sambært aljóða fótbóltsserfrøðingum og fótbóltstíðindamonnum, men argentinski landsliðsspælarin hevur ?bara? 3,2 miljónir fjepparar á Facebook samanborið tær 20 miljónirnar av facebook-brúkarum, sum eru Christiano Ronaldo fjepparar. Lionel Messi kann veruliga fegnast um, at avgerðin um hvør er heimsins besti fótbóltsspælari ikki verður tikin av Facebook-brúkarunum.

 

Amerikanski forsetin megnar heldur ikki at kappast við Christiano Ronaldo. Barack Obama hevur 18,3 miljónir fjepparar á Facebook.

 

- Eg havi nú 20 miljónir fjepparar á Facebook. Eg takki tykkum øllum fyri stuðulin. Eg dámi væl at luta við tykkum tað, sum eg fáist við, og eg gleði meg til at deila ting við tykkum framyvir, skrivar Christiano Ronaldo á Facebook-síðu sínari.