Ronaldo hattrick í Real Madrid sigri

Real Madrid var eitt stutt skiftið aftanfyri í heimadystinum móti Deportivo La Coruna, men við millum annað einum hattricki av Cristiano Ronaldo vendi Real Madrid dystinum til ein 5-1 sigur.

 

Undan dystinum var Real Madrid heili 11 stig aftanfyri Barcelona, sum í gjár vann 3-2 á Sevilla. Tí var stórt trýst á høvðusstaðarliðið at vinna í kvøld.

 

Tað sá einki út, tá Riki legði gestirnar á odda í fyrra hálvleiki. Men longu fyri hálvleik hevði Real Madrid sett vitjandi liðið upp á pláss. Cristiano Ronaldo átti tvey av málunum og Angel Di Maria eitt.

 

Í seinna hálvleiki økti Pepe eftir frísparks innlegg, áðrenn Cristiano Ronaldo við sínum næsta brotssparki á degnum kundi skorað sítt triðja mál til endaliga úrslitið 5-1.

 

Real Madrid hevur nú 10 stig á sætta plássi. Barcelona liggur nummar eitt við 18 stigum, sum er fult stigatal. Komandi umfar bjóðar upp á “El Clasico”, tá Real Madrid vitjar Barcelona á Nou Camp.