Fýra ár á rað hevur argentinski Lionel Messi vunnið gylta bóltin, og ofta hevur í miðlunum verið sagt, at hetta er heiðurin, sum Ronaldo støðugt hevur strembað eftir at endurvinna.
Í dag eydnaðist hetta, og sjálvur hevði høvuðspersónurin ilt við at finna orð, tá hann skuldi taka ímóti virðislønini. Hann kláraði at siga “takk”, áðrenn tárini fingu frítt at fara, men síðani kláraði hann at siga, hvussu nógv hetta at siga fyri seg.
Hinir báðir, sum vóru við í endaspurtinum, tá heimsins besti skuldi kjósast, vóru Lionel Messi og Franck Ribery.










