Juventus og Manchester City hava í kvøld spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Manchester City vann væntað á Schalke 04, meðan Juventus vann ein ótrúligan 3-0 sigur á Atletico Madrid.
Les eisini: Nú má Ronaldo bjarga Juventus
Juventus var aftanfyri 2-0 frá fyrra dystinum og tí vóru oddsini ímóti Cristiano Ronaldo og hansara monnum. Men sum ikki eina ferð, so vísti Cristiano Ronaldo klassan í Champions League, sum hann hevur vunnið fimm ferðir.
Fyri hálvleik setti pannuna á eitt innlegg og skoraði. Talan var um góða renning við handari stong, har portugisin vísti dirvi, at leypa upp við fullari ferð og stinga høvdið fram. Í seinna hálvleiki setti hann aftur høvdið á eitt innlegg, men hesa ferð var ikki eins nógv ferð á bóltinum. Dómarin kundi tó avlesa við máltøkni, at bólturin var innanfyri.
Nú stóð á jøvnum, men á heimavølli hevði Juventus munin í spæli. Tað endaði við at Federico Bernardeschi bleiv rendur umkoll í brotssteiginum. Cristiano Ronaldo legði bóltin á blettin og smekkaði hann í málið til 3-0, sum eisini bleiv úrslitið.
Í hinum dystinum var Manchester City longu á odda 3-2 frá fyrra dystinum, men var nakar ivi, so vardi ikki leingi til hann var vekk. Manchester City vann heili 7-0! Í hálvleikinum var 3-0, eftir tvey mál frá Sergio Aguero og frá Leroy Sane. Í seinna hálvleiki skoraðu Raheem Sterling, Bernardo Silva, Phil Foden og Gabriel Jesus.
Manchester City og Juventus er komin í fjórðingsfinaluna saman við Ajax, Tottenham, Manchester United og FC Porto. Í annaðkvøld spæla Bayern Munchen og Liverpool, umframt FC Barcelona og Lyon. Báðir teir fyrru dystirnir endaðu við málleysum javnleiki.
Champions League 1/8:
Juventus – Atletico Madrid 3-0 (1-0)
1-0 Cristiano Ronaldo, 27
2-0 Cristiano Ronaldo, 48
3-0 Cristiano Ronaldo, 86
Juventus vinnur samanlagt 3-2
Manchester City – Schalke 04 7-0 (3-0)
1-0 Sergio Aguero, 35 br
2-0 Sergio Aguero, 38
3-0 Raheem Sterling, 42
4-0 Leroy Sane, 48
5-0 Bernardo Silva, 71
6-0 Phil Foden, 78
7-0 Gabriel Jesus, 84
Manchester City vinnur samanlagt 10-2