Fleiri miðlar vita at siga, at 34-ára gamli brasilski framherjin, Ronaldo, í morgin fer at kunngerða, at hann gevst við at spæla fótbólt. Luís Nazário de Lima Ronaldo, sum er hansara fulla navn, er tann leikarin, ið hevur skotið flest mál í HM endaspølum samanlagt. Hann er eisini kosin heimsinsbesti fótbóltsleikari heilar tríggjar ferðir av FIFA. Hann hevur vunnið HM tvær ferðir og hevur umboðað lið sum PSV, Barcelona, Inter Milan, Real Madrid og AC Milan.
Ronaldo hevur síðani 2009 spælt við Brasilska liðnum Corintians. Sambært fleiri miðlum hevur hann sagt, kroppurin hjá honum klárar ikki at fylgja við longur. Hann tekur tí avleiðingarnar av tí og leggur fótbóltsskógvarnar á hillina.
Ronaldo skifti í 1996 til Barcelona frá PSV í Hollandi Í Barcelona gjørdist Ronaldo heimskendur, tá hann í einum og sama kappingarárið skoraði 47 mál í 49 dystum. Í 1997 skifti hann til Inter Milan, har hann spældi til 2002. Men í hesum tíðarskeiðinum gjørdist hann tvær ferðir illa skaddur í knænum.
Ronaldo kom ikki fyri seg orduliga fyrr enn í HM endaspælinum í 2002, har hann spældi ein høvðusleiklut í HM gullinum hjá Brasil. Júst sum Inter Milan viðhaldsfólkini gleddu seg at síggja Ronaldo aftur, skifti hann til Real Madrid. Har spældi hann í fimm ár, áðrenn leiðin gekk aftur til Milan. Hesa ferð til AC Milan har hann spældi til hann valdi at skifta til brasilskan fótbólt aftur í 2009.
Ronaldo náddi at spæla 97 landsdystir fyri Brasil og skoraði 62 mál. Hann var við í HM hópinum í USA í 1994, men kom ongantíð á vøllin. Brasil vann HM gullið tá. Fýra ár seinni var Ronaldo upp á tað besta til Brasil kom í finaluna. Náttina fyri finaludystin móti Fraklandi hendi eitt hvørt og Ronaldo hevur ongantíð verið tann sami síðani. Brasil tapti finaluna 3-0 og Ronaldo var púra vekk í dystinum. Tað er framvegis ikki heilt greitt, hvat hendi tað náttina.
Í 2002 var Ronaldo aftur oddamaður á brasilska landsliðnum, sum vann gull í Suðurkorea og Japan. Hann skoraði bæði málini í HM finaluni. Í HM endaspælinum í Týsklandi í 2006 gjørdist Ronaldo tann leikarin, ið hevur skotið flest mál í HM endaspælum samanlagt. Hann hevur skorað 15 mál.










