Fyrru hálva av 3. umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Stóri dysturin var á Old Trafford, har Cristiano Ronaldo var aftur á gamla leikvøllinum. Juventus vann dystin 1-0.
Nógv eygu vóru á 33 ára gamal portugisanum, sum eisini avrikaði væl á vøllinum. Millum annað átti hann stóran lut í málinum, sum Paulo Dybala skoraði tíðliga í fyrra hálvleiki. Viðmerkjarar og bretsku bløðini eru á einum máli um, at talan var um ein sannførandi og taktiskan sigur til gestirnar úr Italia.
Góðu tíðindini fyri heimaliðið er, at Valencia spældi javnleik móti Young Boys úr Sveis í hinum dystinum í bólki H. Tað merkir, at Manchetser United framvegis er á øðrum plássi, og hevur tvey stig fleiri enn Valencia.
Aðrastaðni vann Real Mardrid bara 2-1 á Viktoria Plzen úr Kekkia. Eftir fimm dystir uttan ein sigur, so kemur tað væl við hjá kroysta venjaranum, Julen Lopetegui, sum tó fekk av at vita frá áskoðarunum á Santiago Bernabeu í kvøld.
Bólkur E:
AEK Athens – Bayern Munchen 0-2
Ajax – Benfica 1-0
Støðan:
1. Ajax 7
2. Bayern Munchen 7
3. Benfica 3
4. AEK Athens 0
Bólkur F:
Hoffenheim – Lyon 3-3
Shakhtar Donetsk – Manchester City 0-3
Støðan:
1. Manchester City 6
2. Lyon 5
3. Hoffenheim 2
4. Shakhtar Donetsk 2
Bólkur G:
Real Madrid – Viktoria Plzen 2-1
AS Roma – CSKA Moskva 3-0
Støðan:
1. Real Madrid 6
2. AS Roma 6
3. CSKA Moskva 4
4. Viktoria Plzen 1
Bólkur H:
Manchester United – Juventus 0-1
Young Boys – Valencia 1-1
1. Juventus 9
2. Manchester united 4
3. Valencia 2
4. Young Boys 1