Ronaldo fyrsti fótbóltsspælari at tjena eina milliard dollarar

Cristiano Ronaldo stígur nú inn í eitt fínt úrvalslið við trimum ítróttarfólkum, sum hava tjent yvir eina milliard dollarar.

Portugisiska heimsstjórnan Cristiano Ronaldo hevur sum tann fyrsti fótbóltsspælarin nakrantíð tjent yvir eina milliard dollarar í yrkisleið síni.

Tað vísir ein uppgerð yvir ársinntøkur hjá víðagitnum fólkum í pengablaðnum Forbes.

Seinasta árið hevur tann fleirfaldi vinnarin av virðislønini sum heimsins besti fótbóltsspæalri tjent yvir 105 milliardir dollarar fyri skatt, svarandi til 690 milliónir krónur.

Tað fær samlaðu inntøkuna hjá 35 ára gomla Juventus-áleyparanum tilsamans fyri øll árini upp á yvir eina milliard dollarar, ella 6,6 milliardir krónur, sum tann fyrsti fótbóltsspælarin nakrantíð, skrivar Forbes.

Bara golfstjørnan Tiger Woods og boksarin Floyd Mayweather hava sum einastu ítróttarfólk nátt hesa einu milliardina í inntøku fyri Cristiano Ronaldu.

Tiger Wooes røkk hesum marknasteini gjøgnum eina rættiliga lukrativa avtalu við Nike, og Meyweather tjenti nógvar pengar uppá at fáa part av sjónvarpspengunum fyri hansara egnu boksidystir.

Ronaldo er samstundis tað fyrsta ítróttarfólkið frá liðítrótti at røkka einari milliard dollarar.

Á listanum hjá Forbes yvir ársinntøkur í 2019 liggur Ronaldo eitt pláss framman fyri kappingarneytan, Lionel Messi, sum liggur á fimtaplássi yvir øll tey gitnu við 104 milliónum dollarum.

Ronaldo hevur sambært Forbes tjent 650 milliónir dollarar, 4,3 milliardir krónur, bara í løn, í síni 17 ár sum yrkisfótbóltsspælari.

Sambært Forbes er tað talið komið upp á 765 milliónir dollarar, 5,0 milliardir krónur, tá sáttmálin hjá honum við Juventus gongur út í 2022.

/ritzau/