Í fjør skoraði Cristiano Ronaldo heili 42 mál fyri Manchester United, men higartil í ár hevur tað ikki gingið eins væl við málskjótingini. Ronaldo hevur “bert” skotið 13 mál, men venjarin hjá United væntar sær fleiri. - Um tú sært burtur frá seinasta kappingarári, so er tað sera gott fyri ein vongspælara at hava skotið 13 mál higartil tí ár. Eg eri sannførdur um, at hann fer at skora minst 20 mál í ár, sigur Ferguson sambært AFP.










