Christiano Ronaldo spældi í gjárkvøldi sín fyrsta dyst, eftir at hann var atvoldin til reyða kortið, sum Wayne Rooney fekk í 1/4-finaluni í HM millum Ongland og Portugal.
Hetta hendi, tá Manchester United vitjaði hjá Oxford í venjingardysti, og ikki óvæntað varð Ronaldo møttur við ókvømisrópum, tá hann kom á vøllin. Líka legði ungi portugisin tí hetta. Hann skeyt nevnliga tvey av málunum hjá United og 4-1 sigrinum, og tá hann varð skiftur út, fekk hann stórar klappsalvur frá reyðu áskoðarunum.










