Ronaldo er til dystin fús

Cristiano Ronaldo og liðfelagarnir eru nú komnir á Tórsvøll.

Nú nærkast av álvara til dysturin á Tórsvølli ímillum Føroyar og Portugal fer at verða settur í gongd. Í skrivandi løtu er ein tími til dystarbyrjan.

Góðan hálvan annan tíma undan dystinum kom portugisiski hópurin á Tórsvøll, og sum vera man var tað Ronaldo, sum fekk flestu eyguni send eftir sær.

Byrjunaruppstillingin hjá Portugal er júst vorðin kunngjørd, og hann kann síggjast á leinkjuni niðanfyri:

Les eisini: Hesir byrja inni hjá Portugal