Fótbóltur
Stóra sensatiónin í gjárkvøldið kom annars á San Siro í Milano, har AC Milan tók ímóti FC Zürich. Á pappírinum var eingin sum helst ivi um, at dysturin skuldi enda við heimasigri, men Leonardo og hansara menn máttu ásanna, at dystir eisini skulu spælast á vøllinum, áðrenn stigin eru heima.
Longu í 10. minutti skoraði Hanni Tihinen, og ta leiðsluna helt FC Zürich fast um.
Manchester United var aftan fyri 1-0 móti Wolfsburg. Ryan Giggs javnaði, tá hann skeyt sítt mál nummar 150 fyri Manchester United, og so kundi Michael Carrick tryggja ensku meistarunum sigurin.
Og eisini Chelsea vann sín dyst. Men í løtum stóð nógv á, tá teir við einum máli frá Nicholas Anelka vunnu 1-0 á útivølli móti Apoel Nicosia.
Úrslitini í gjárkvøldið:
Bólkur A
Bordeaux-Maccabi Haifa 1-0
Bayern Munchen-Juventus 0-0
Bólkur B
CSKA Moskva-Besiktas 2-1
Manchester Utd-Wolfsburg 2-1
Bólkur C
AC Milan-FC Zurich 0-1
Real Madrid-Marseille 3-0
Bólkur D
Porto-Atlético Madrid 2-0
Apoel Nicosia-Chelsea 0-1