Sambært portugisiskum miðlum, er heimsstjørnan, Cristiano Ronaldo, nú vorðin pápi at tvíburum. Talan er um ein drong og eina gentu – Mateo og Eva, sum vóru fødd týsdagin í hesi vikuni.
Hóast talan er um álítandi tíðindi, eru tíðindini ikki enn váttað av Cristiano Ronaldo sjálvum. Men longu í marts ljóðaði sambært fleiri miðlum at Cristiano Ronaldo skuldi verða pápi at tvillingum.
Frammanundan eigur Cristiano Ronaldo ein son – Cristiano Ronaldo junior, ið er seks ára gamal. Felags fyri Cristiano Ronaldo junior og tvíburðarnar, ið Cristiano Ronaldo nú hevur fingið, er, at tað er ógreitt hvør mamman er.
Tíðindini tá Cristiano Ronaldo var vorðin pápi seks ára gamla soninum, Cristiano Ronaldo junior, komu tó ógvuliga óvæntandi á sumri í 2010, tá alt varð almannakunngjørt á teimum ymisku sosialu pallunum hjá Cristiano Ronaldo. Helst er bert ein spurningur um tíð, til at tað sama verður almannakunngjørt aftur hesa ferð um tvíburarnar, Mateo og Evu.