Ronaldo er kaldur

Cristiano Ronaldo sigur, at tað nervar hann als ikki, at fólk hata hann og rópa eftir honum til fótbóltsdystir. - Eg elski, tá fólk buh’a eftir mær. Eg elski at síggja hatrið í eygunum á teimum og hoyra tey svína meg til. Tað eru nógv fólk, sum hata meg, men enn fleiri, sum elska meg og stuðla mær, sigur Ronaldo við So Foot.