Ronaldo er framvegis bestur

Cristiano Ronaldo varðveitir heitið sum heimsins besti spælari sambært FIFA.

FIFA hevur aftur í ár kosið Cristiano Ronaldo til at vera heimsins besta fótbóltsspælara. Tað varð avdúkað á tiltakinum The Best FIFA Football Awards 2017, sum varð hildið í London í kvøld.


Hetta er aðruferð, at hetta tiltakið, sum hevur skift navn nakrar ferðir, verður hildið. Tá ið tiltakið í hesi útgávuni varð hildið á fyrsta sinni í fjør, var tað eisini Cristiano Ronaldo, ið vann.


Les eisini: Her er ársins lið


Eins og í fjør, so var tað Lionel Messi, sum gjørdist nummar tvey. Neymar varð kosin sum tann triðbesti. Í fjør var tað Antoine Griezmann, ið bleiv nummar trý.