Ronaldo er flúgvandi

Hartil skoraði Kaká eisini eina ferð, tá spanska høvuðsstaðarfelagið vann 3-0 móti Marseille í Champions League.

Manchester United var aftan fyri 1-0 móti Wolfsburg, men mál frá Ryan Giggs og Michael Carrick tryggjaðu tó ensku meistarunum sigurin, og á Cypros vann Chelsea 1-0 á Apoel Nicosia.

 

Mest óvæntaða úrslitið av øllum kom tó á San Siro í Milano, har AC Milan mátti finna seg í einum eyðmýkjandi tapi móti FC Zurich.

 

Úrslitini í kvøld:

Bólkur A

Bordeaux-Maccabi Haifa 1-0

Bayern Munchen-Juventus 0-0

 

Bólkur B

CSKA Moskva-Besiktas 2-1

Manchester Utd-Wolfsburg 2-1

 

Bólkur C

AC Milan-FC Zurich 0-1

Real Madrid-Marseille 3-0

 

Bólkur D

Porto-Atlético Madrid 2-0

Apoel Nicosia-Chelsea 0-1