Ronaldo er bestur í Evropa

UEFA hevur í dag kosið Cristiano Ronaldo sum besta spælara í Evropa farna kappingarár.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur í dag kosið besta fótbóltsleikaran í Evropa. Teir tilnevndu vóru Cristiano Ronaldo og Gareth Bale, báðir úr Real Madrid, og Antoine Griezmann úr Atlético Madrid.


Púra sum væntað var tað Cristiano Ronaldo, sum fekk heiðurin. Hann skeyt síðsta kappingarár 51 mál í 48 dystum fyri Real Madrid, umframt at hann í summar gjørdist evropameistari saman við Portugal. Hann skeyt trý mál í EM.


Hetta var aðruferð, at Cristiano Ronaldo varð kosin bestur í Evropa. Heiðurin varð á fyrsta sinni latin í 2010, og síðani tá hava vinnararnir verið hesir:


2010-2011: Lionel Messi

2011-2012: Andrés Iniesta

2012-2013: Franck Ribéry

2013-2014: Cristiano Ronaldo

2014-2015: Lionel Messi

2015-2016: Cristiano Ronaldo