Tosar tú um Cristiano Ronaldo, so er sannlíkt at tú eisini tosar um Lionel Messi. Teir báðir tykjast hava skilt fótbóltsheimin í tvey. Fyri báðar er tó galdandi, at teir ikki hava avrikað eins væl á landsliðnum sum fyri feløgini hjá sær.
Í gjár vísti Cristiano Ronaldo annan dystin á rað, at hann er til reiðar ganga á odda fyri Portugal í hesum EM endaspælinum. Fyrst skoraði hann bæði málini í alt avgerandi 2-1 sigrinum á Hollandi í bólkaspælinum. Í gjár skoraði hann einsamalla málið í fjórðingsfinaluni móti Kekkia, umframt at hann var klárt besti maður á vøllinum.
– Vit spældu væl og vóru fyri tað mesta betra liðið. Eg kann ikki minnast at Kekkia hevði ein vandamiklan møguleika, segði Cristiano Ronaldo eftir dystin.
27 ára gamli Real Madrid vongurin var ikki óvæntað kosin til dagsins leikara.
Vandaleysir kekkar
Hetta e sættu ferð upp í slag, at Paulo Bento stillar upp við somu uppstilling. Fýra ferðir í EM og tvær ferðir ímóti Bosnia/Hersogovina, ið play-off dystinum fyri at koma til EM endaspælið. Fyri Kekkia kom tað illa við, at Tomas Rosicky ikki varð klárur til dystin.
Eina løtu í fyrra hálvleiki var Kekkia omaná leikliga, men tað bleiv ikki umsett til royndir á mál. Í hinum endanum var Cristiano Ronaldo væl upplagdur og var íblandaður tí mesta sum Portugal hevði í álopspartinum.
Tættast við var liðskiparin, tá hann hegnisliga vendi sær inni í kekkiska brotsteiginum, men skotið fór á stongina. Portugal mátti skifta einsamalla framherjan, Helder Postiga, út við skaða í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur byrjaði við at Cristiano Ronaldo rakti stongina við einum av sínum eyðkendu fríspørkum. Portugal hevur nú rakt stengurnar seks ferðir. Tað er met fyri eitt líð í einum EM endaspælið.
Tíggju minuttir fyri tíð kom avgerandi støðan í dystinum. Joao Moutinho legði bóltin innfyri úr hørgu og innfyri var Cristiano Ronaldo fyrstur á og stútaði bóltin í mál. Kekkia megnaði ongantíð at hótta málið hjá Portugal.
Samanumtikið var talan um ein uppibornan sigur til Cristiano Ronaldo og Portugal.
Nøgdir, men ónøgdir
Tølini siga, at Kekkia einki skot hevði á mál. Tað sigur í sær sjálvum nógv um avrikið hjá Kekkia í gjár. Hóast tað, so eru kekkar ikki so vónbrotnir av samlaða avrikinum í hesum EM endaspælinum.
– Vit mugu nokk ásanna, at Portugal vann uppiborið. Vit spæla upp við teir í fyrra hálvleiki og megna at verja fyri álopunum hjá teimum, men í seinna hálvleiki renna vit ov nógv eftir bóltinum og blíva troyttir, staðfestir kekkiski miðverjin, Tomas Sivok, eftir dystin.
Tomas Sivok vísti eisini til Cristiano Ronaldo sum tað avgerandi leikaran á vøllinum.
– Cristiano Ronaldo vísti í dag, at hann er ein av tveimum teimum bestu leikarunum í heiminum. Málið hann skorar vitnar um hvussu torførur hann er at verja fyri, segði Tomas Sivok.
Kekkia fekk ein ordans umgang í fyrsta dystinum móti Russlandi, sum vann heili 4-1. Tað eydnaðist tó Kekkia at koma víðari sum vinnari av bólkinum.
– Vit hava prógvað okkara styrki við at koma aftur í aftur eftir tapið móti Russlandi. Vit eru sjálvandi vónbrotnir, men um vit vóru hepnir, so komu vit víðari eins og í 1996, segði Tomas Sivok.
Ronaldo vil í finaluna
Cristinao Ronaldo er fult greiður yvir, at uppgávan í hálvfinaluni verður torfør. Teir skulu møtan antin Fraklandi ella Spania.
– Málið er finalan. Eg veit væl at vit koma at møta einum framúr liði í hálvfinaluni, men alt er møguligt, segði Cristiano Ronaldo sambært uefa.com.
Spania og Frakland spæla ikki fyrr enn leygardagin og tí hevur Portugal tveir dagar eyka at hvíla í til hálvfinaluna.
- - -
Týskland – Grikkaland
22. juni: Klokkan 19:45 (Gdansk, Pólland)
Týskalnd er stór favorittur at vinna á Grikkalnda, sum nærmast snýkti seg við í fjórðingsfinalurnar við at vinna á Russlandi í seinasta dystinum í bólki A.
Týskalnd vann allar dystirnar í bólki B, sum eisini fekk heitið »deyðans bólkur«. Tað sigur eitt sindur um styrkina hjá týskarunum.
Grikkaland er tann liðið, sum hevur havt fast royndir á málið hjá mótstøðuliðunum í EM endaspælinum higartil. Tað eru bara blivnar til 17 royndir. Grikkar eru eisini uttan liðskiparan og undangongumannin, Giorgos Karagounis, sum hevur leikbann. Hann er hjartað í spælinum hjá grikkum og tað kann vísa seg at verða trupult at finna ein avloysara fyri hann.
Tað verður ikki nakar lættur dystur hjá týskarunum, tí grikkar eru væl skipaðir í verjupartinum og eru likamliga væl fyri. Tað verður ongin sunndagstúrur fyri Mario Gomez og hinar í álopinum, men har skuldi verið nokk at kvaliteti í framrættaða spælinum til at vunnið á grikkum.
Spania – Frakland
23. juni: Klokkan 19:45 (Donetsk, Ukraina)
Hóast Spania seinastu fimm árini hevur verið upptikið hvørt summar av fótbólti, so tykist tað ikki hava sett seg í kroppin á bóltsnillinginum á spanska landsliðnum. Tað sær framvegis leikandi lætt út, tá teir sína millum trilla bóltin runt, meðan mótstøðan ikki veit betri enn at stilla seg í verjustøðu.
Spania kom víðari sum vinnari av bólki C, men øll avrikini vóru ikki eins sannførandi. Tó skal havast í huga, at teir sjáldan vóru týstir á máltalvuni. Italia var í løtum leikliga omaná, men tá Italia skoraði, so vóru spaniólar skjótir at svara aftur. Eisini móti Kroatia stóða á leikliga, men kroatar komu ongantíð á odda, og tí var spanska liðið ongantíð veruliga trýst.
Frakland hevur avrikað ójavnt í kappingini higartil. Eftir javnleikin móti Onglandi og sigurin á Ukraina, so tapti teir fyri Svøríki, sum long var sligið út.
Spania er favorittur at vinna, men rakar Frakland dagin, so kann hetta eisini verða dagurin har Spania missur møguleikan fyri at endurvinna EM heitið.
Ongland – Italia
24. Juni: Klokkan 19:45 (Kiev, Ukraina)
Einki varð væntað av Onglandi til hetta EM endaspælið. Alíkavæl stóðu teir eftir sum vinnarar av bólki D, frammanfyri Fraklandi. Enska spælið hevur ikki verið sannførandi, men teir hava fingið neyðugu úrslitini. Ungu menninir, sum Danny Welbeck, Alex Oxlade-Chamberlain og Andy Carroll, hava sligið til, meðan meiri royndir menn, sum Steven Gerrard og John Terry, hava avrikað á javnt høgum stigi gjøgnum kappingina.
Italia byrjaði kappingina við at spæla tveir javnleikir, fyri síðani at vinna avgerandi dystin móti Írlandi. Fyribils sær italska spæla ikki so gali út, men tað verður ein saknur í verjukempuni, Giorgio Chiellini, sum er skaddur og ikki verður tøkur aftur í summar.
Lykilin til spælið hjá italiumonnum er Andrea Pirlo. Tað verður helst uppgávan hjá Wayne Rooney at koma frá álopinum og leggja trýst á spælfordeilarin.
Eru fyrstu dystirnir nakað at ganga eftir, so verður ikki talan um nakran tekniskt góðan dyst, men heldur ein javnan dystin millum tvey lið, sum ikki toppa í ár.