Ronaldo – altso brasiliumaðurin, sum tríggjar ferðir er kosin heimsins besti fótbóltsspælari – dugir framvegis at finna vegin til meskarnar. Eftir at hava verið úti við skaða í drúgva tíð, spælir 32 ára gamli Ronaldo nú aftur í Corinthians í Brasiliga, og um vikuskiftið skoraði hann tvey av málinum, tá felagið vann 3-1 á Santos í fyrra finaludystinum millum liðini. Ronaldo hevur nú spælt níggju dystir, síðani hann kom aftur á vøllin, og hevur hann skotið átta mál í hesum dystunum.