Ronaldo-avgerð í vikuni

Stórfavoritturin til heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari í 2008, Ronaldo, sigur nú, at avgerðin um framtíð hansara fellur í hesi vikuni. Real Madrid hevur seinastu tíðina støðugt sýnt stóran áhuga fyri spælaranum, og ein keypsprísur upp á eina milliard krónur hevur verið nevndur. Hinvegin noktar Manchester United púrasta blankt fyri at selja spælaran. Seinast hevur Sir Alex Ferguson sagt, at vil heldur seta Ronaldo á beinkin enn selja hann til Real Madrid.