Ronaldo aftur til Italia

Góðu avrikini hjá Van Nistelrooy hava gjørt sítt til, at Ronaldo at kalla bert situr á beinkinum í Real Madrid. Lønin er tó til meira enn hetta, og tí hevur Fabio Capello einki ímóti, at Ronaldo verður seldur til annað felag. Áður hevur ljóðað, at Nike, sum er sponsorur hjá Ronaldo, vil hava hann til Juventus, men eisini Milan hevur sýnt áhuga. Varaforsetin í felagnum, Adriano Galliano, sigur, at enn tosa feløgini ikki saman um hetta, men hann leggur aftur, at er talan ikki um órímilig krøv úr Madrid, so kann Ronaldo væl koma til Milan, áðrenn transfer vindeygað letur aftur.