Ronaldo kappaðist við Fernando Torres, Steven Gerrard, Cesc Fabregas, Emmanuel Adebayor og David James, og hann helt allar hesar aftan fyri seg í atkvøðugreiðsluni.
Talan er um triðja árið á rað, at Ronaldo verður heiðraður av spælarunum í Premier League. Í 2007 varð hann kosin besti ungi spælari, og heiðurin sum ársins spælari fekk hann altso bæði í ár og í fjør.
Manchester United er í løtuni í ferð við at fyrireika seg til seinnu hálvfinaluna móti Barcelona, sum verður spæld í morgin, og tí fekk hann ikki verið til hátíðarløtuna. Men umvegis stórskíggja tók hann móti stóra steypinum, sum hann segði seg vera sera errin av.
- Tá tú arbeiðir hart alt kappingarárið fyri at spæla væl og gera nakað gott fyri liðið, og tú við ársenda fært slíkan heiður, fært tú illa verið annað enn nøgdur. Og ein slíkur heiður ber við sær, at tú bara leggur enn meira fyri í framtíðin, segði Ronaldo.