Manchester United tók eitt stórt fet móti Champions League fótbólti komandi kappingarár, tá liðið vann 3-1 á Burnley í kvøld. Millum málskjúttarnar var Cristiano Ronaldo.
Tað hevur ljóðað í vikuni, at tað er órógv í hópinum hjá Manchester United, eftir at liðið bara fekk javnleik móti Newcastle seinast. Tað sást ikki aftur í dag, har liðið vann 3-1 á Burnley á Old Trafford.
Skotski Scott McTominay legði Manchester United á odda longu aftaná átta minuttir. Síðani gjørdi Ben Mee sjálvmál til 2-0, áðrenn Cristiano Ronaldo endaliga avgjørdi dystin við máli til 3-0. Aaron Lennon minkaði um munin, men tað bleiv ongantíð spennandi.
Cristiano Ronaldo endar 2021 sum toppskjútti hjá bæði Manchester United og Juventus, sjálvt um hann ikki hevur spælt við Juventus síðani í summar.











