Hóast hann ikki vil seta nakað navn á eitt nýtt felag, so tykist brasilski Ronaldinho at hava góðan hug at royna seg í enskum fótbólti. – Ein og hvør spælari hevur sjálvandi hug at royna seg í eini somikið sterkari kapping, sum enska Premier League er. Ronaldinho hevur á ongan hátt havt nakað serliga gott kappingarár í ár. Hann hevur verið á beinkinum hjá Barcelona, og seinastu mánaðirnar hevur hann ikki verið partur av brasilska landsliðnum.










