Ronaldinho vil til Chelsea

Tað eru helst fleiri EB/Streymarar, sum í hesum døgum vóna, at brasilska heimsstjørnan Ronaldinho endar í Manchester City, sum 17. juli kemur til Føroya

Men okkurt er, sum bendir á, at hetta verður verandi dreymur. Tí í meðan City roynir at skava pengar til eitt tilboð saman, so eru nýggi Chelsea-venjarin, Scolari, og Ronaldinho báðir farnir at fríggja. – Eg havi stóra virðing fyri honum, og skuldi møguleiki verið fyri at arbeitt saman við honum aftur, hevði tað verið vakurt, hevur Ronaldinho sagt við brasilskt sjónvarp.