Ronaldinho úttikin til landsliðið

Í hálvtannað ár hevur 30-ára gamli Ronaldinho ikki verið í gulu landsliðstroyggjuni hjá Brasilia. Táverandi landsliðsvenjarin, Carlos Dunga, metti ikki at hann kundi nýta Ronaldinho á liðnum. Dunga gavst sum landsliðsvenjari eftir HM og í hansara stað er Mano Menezes komin. Nýggi venjarin hevur hinvegin funnið eitt pláss til Ronaldinho í brasilska hópinum.

 

- Hann er ein góður leikari, ið spælir á einum plássi har vit hava brúk fyri fólki, sigur Mano Menezes sambært soccernet.com.

 

Ronaldo de Assis Moreira, sum er hansara fulla navn, spælir í dag við italska AC Milan. Brasilia skal spæla ein venjingardyst ímóti Argentina 17. novembur.