Sambært spanska blaðnum, El Mundo Deportivo, hevur La Galaxy boðið Barcelona á leið 200 milliónir krónur fyri brasilska Ronaldinho. 28 ára gamli spælarin, sum áður er kosin heimsins besti, sigast hava fingið loyvi frá Barcelona at samráðast við onnur feløg, og eitt nú hava Bilan, Chelsea og Manchester City verið nevnd sum møguligir komandi arbeiðsgevarar. Sambært spanska blaðnum, so er tilboðið úr USA tó somikið stórt, at tað verður trupult at siga nei takk til. Millum annað skal árslønin liggja um tær 250 milliónirnar.