Ronaldinho til Sveis ella USA

Fyrrverandi heimsins besti fótbóltsleikari hevur einki felag í løtuni.

Tað er broytt nógv síðani Ronaldinho varð kosin heimsins besti fótbóltsleikari í 2004 og 2005. Seinastu tíðina hevur hann skift felag fleiri ferðir, m.a. heimlandsfeløgini Flemengo, Atlético Mineiro og Fluminense, eins og hann eitt stutt skifti var við meksikanska Qurétaro.


Í síðsta mánaða samdust hann og Flamengo um at fara hvør til sítt, og hóast nú 35 ára gamli Ronaldinho framvegis ikki hevur funnið sær eitt nýtt felag, so hevur hann ongar ætlanir um at gevast sum fótbóltsleikari enn.


- Eg njóti framvegis at spæla fótbólt, og kropsliga havi eg tað gott. Eg umhugsi ikki at gevast, sigur hann við spanska blaðið Marca.


Hann hevur seinast verið settur í samband við sveisiska felagið FC Sion, og Ronaldinho váttar eisini sjálvur, at partarnir hava verið í samráðingum. Eisini fleiri amerikonsk feløg sigast at vera áhugaði í brasilska bóltsnillinginum.