AC Milan boðar í kvøld frá, at samráðingarnar við FC Barcelona eru lidnar, og at avtala er gjørd við Ronaldinho. Hann skal í morgin til Milano at kanna, um hann er kropsliga klárur til uppgávuna, og eftir hetta verður sáttmálin undirskrivaður. Sáttmálin er galdandi fram til summarið 2011.
28 ára gamli Ronaldinho hevur skarað framúr í FC Barcelona, har hann skoraði 70 mál í 145 dystum. Hann bleiv kosin heimsins besti fótbóltsleikari í 2004 og 2005, men umdømi hansara er viknað nógv hetta seinasta árið, har skaðar tó hava gjørt alt trupult fyri hann.
Mynd: Ronaldinho










