Ronaldinho ársins leikari í Evropa

Mánakvøldið varð almannakunngjørt, hvør er ársins leikari í Evropa. Ikki óvæntað gjørdist tað Ronaldinho, ið fekk heiðurin

Ronaldinho fekk 225 atkvøður og gjørdist tí greiður vinnari. Frank Lampard og Steven Gerrard fingu ávikavist 148 og 142 atkvøður. Tað eru ítróttartíðindafólk kring Evropa, ið hava kosið ársins leikara.
Tað kom longu fram fyri tveimum vikum síðani, at Ronaldinho hevði fingið heiðurin. Franska blaðið France Football hevði ikki megnað at hildið tíðindini loynilig, og tí vistu tey flestu frammanundan, at Ronaldinho fekk heiðurin.
Ronaldinho varð eisini kosin ársins leikari í heiminum av FIFA í fjør, so hesin heiðurin var kanska krúnan á verkinum.
Ronaldinho var við at vinna spanska meistaraheitið við Barcelona í fjør, og hansara avrik lógu avgjørt ikki eftir.