Ronaldinho, sum enn spælir í Barcelon, stendur ovast á ynskislistanum hjá fleiri europiskum stórfeløgum. Og tó at tey í Barcelona helst ikki vilja selja, so gera nýggju transfer-reglurnar, at spælarin í summar kann skifta felag fyri á leið 145 mió kr. Og tað er ein upphædd, sum nógv eru til reiðar at rinda. Í løtuni sigst Chelsea vera mest sannlíka boðið upp á ein komandi arbeiðsgevara hjá bóltsnillinginum, men hetta verður tó avvíst av umboðsmanni hansara. – Ronaldinho vil fegin halda fram í Spania, men metir Barcelona, at tey kunnu vera hann fyriuttan, kann talan sjálvandi vera um aðra støðu, sigur Roberto de Asis við Gazetto dello Sport.