Seinastu vikuna hava italskir miðlar kjakast óført um, hvørt brasilski stórspælarin Ronaldinho er blivin ov feitur, og tí ikki spælir eins væl, sum hann gjørdi seinasta kappingarár. Men hetta við venjarin hjá FC Barcelona ikki hoyra talan um.
- Vit hava ein heilsubólk, sum kannar kropsligu støðuna hjá okkara spælarum, og teir syrgja fyri, at alt er, sum tað eigur at verða, sigur venjarin Frank Rijkaard.










