Ronald Koeman slaktar Sadio Mane

Venjarin hjá Southampton leggur eftir Sadio Mane, sum er á veg til Manchester United

Um vikuskiftið tapti Southampton fyri Norwich. Eftir dystin var hollendski venjarin hjá Southampton, Ronald Koeman, alt annað enn nøgdur við Sadio Mane, ið hevur verið settur í samband við Manchester United í longri tíð.

 

Orsøkin var, at framrættaði spælarin úr Senegal ikki var møttur til tíðina til taktikfundin tveir tímar fyri dystarbyrjan. Tað gjørdi, at fyrrveradni verjuspælarin við tí harða skotinum, valdi at tveita Sadio Mane av liðnum.

 

- Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at Sadio Mane ikki kemur til tíðina til eitt møti tveir tímar áðrenn dyst. Tað er eitt tekin um, at hann ikki er til reiðar og fokuseraður upp á uppgávuna. Tí mátti eg broyta uppstillingina, sigur Ronald Koeman argur á málinum.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at Sadio Mane er á vegis til Manchester United. Somuleiðis hevur Ronald Koeman havt trupulleikar við at spælarar ikki eru mental til staðar í felagnum. Millum annað hevur Victor Wanyama verið avsettur fyrr í kappingarárinum, tá Tottenham royndi at keypa hann.

 

Bretskir miðlar skriva í dag, at ein søla av Sadio Mane er sannlík, men tað verður ikki fyrr enn í summar. Southampton skal hava boðað áleyparaunum frá, at felagið ikki er sinnað at selja í januar.