Ron Paul kunngjørdi seinnapartin, at hann gevst við sínum valstríði um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í USA í heyst. Í einari fráboðan sigur hann, at hann hevur ikki teir neyðugu pengarnar til at halda fram við valstríðnum, men hann ger vart við, at hetta merkir ikki, at hann tekur seg aftur sum forsetavalevni.
-Eitt framhaldandi valstríð hevði kostað okkum nógvar milliónir dollarar, sum vit ikki hava, men eg fari framvegis at arbeiða fyri at útvega mær valmenn til tann endaliga uppstillingarfundin hjá flokkinum síðst í august, sigur Ron Paul.
Higartil hevur Ron Paul tryggjað sær stuðul frá 99 valmonnum. Mitt Romney hevur harafturímóti fingið 945 valmenn higartil. Fyri at vinna uppstillingina skal eitt valevni hava minst 1144 valmenn.