Ron Kenoly, sum fyri bert 3 mánaðum síðani hevði eina stórfingna konsert í Føroyum saman við United Voices, er hættisliga sjúkur skrivar Gjamma á heimasíðu sínari. Í skrivi frá felagsskapi hansara ?Ron Kenoly Ministries? verður boðað frá at hann í fyrstu syftu varð innlagdur í februar við hjartastoppi. Eftirfylgjandi viðgerðin førdi við sær lungnabruna og varð hann tí enn einaferð innlagdur miðskeiðis í mars har hann framvegis liggur. Læknarnir hava ikki góðar vónir. Meira frættist á www.gjamma.com