KAPPRÓÐUR
Sjey ungar kvinnur skulu nú blása lív aftur í kappróðurin í Nólsoy.
Tær hava tikið stig til at lata nýtt 6-mannafar byggja í Kollafirði, og báturin sal verða klárur at taka í nytslu til jóla.
- Tað byrjaði kanska eitt sindur knappliga, men vit hava so umbiðið eitt 6-mannafar, sum longu er mannað. Vit byrjaðu at rennivenja 1. september, og hálvan november fóru vit eisini at venja við rógvimaskinum, sigur Elisabeth Nolsø, sum er onnur av forsprákarunum.
Ídnið og entusiasman, sum ungu kvinnurnar vísa, hevur longu smittað av sær, og Nólsoyingurin, sum í fjør nærmast upp á kvams vís varð mannaður, er longu fullmannaður til komandi ár.
Og ambitiónirnar steðga ikki har.
Tá vit hava fingið hetta 6-mannafarið, fara vit at arbeiða fyri at fáa eitt nýtt 5-mannafar til bygdina, so børnini eisini fáa møguleikan at venja segh við kappróður á ungum aldri, siga Elisabeth Poulsen og Sonja Falck, sum standa á odda fyri hesum tiltakinum.
Hóast báturin er spildurnýggjur og manningin ikki hevur róð saman áður, so hava ungu kvinnurnar góðar vónir til komandi kappróðrarár.
Men fyribils ætla tær so at fáa tað fíggjarliga avgreitt, samstundis sum NÍF skal hava eykaaðalfund í desember fyri at velja nýggja nevnd.
Ætlanin er at fáa valt nýggja nevnd við undirdeildum til kappróður, borðtennis og fótbólt, sum eru greinarnar hjá felagnum, sigur Elisabeth Poulsen.










