Fyri stuttum boðaði republikanarin Mitt Romney frá, at hann hevði ikki hug at stilla upp til forsetavalið næsta ár. Men nú hevur hann hug kortini. Tað var á einum veljarafundi í statinum New Hampshire, at Mitt Romney kunngjørdi, at hann hevur kortini hug at royna at sleppa í Hvítu Húsini. Samstundis kom hann við atfinningum at Barack Obama, forseta og politikki hansara. Eitt nú fanst hann hvassliga at nýskipanini á heilsuøkinum, og hann lovaði at seta hana úr gildi, verður hann valdur til forseta.
Demokratarnir skuldseta Mitt Romney fyri hykl. Teir vísa á, at tá Romney var guvernørur í statinum Massachusetts frá 2003 til 2007, samtykti staturin eina heilsunýskipan, sum er sera lík teirri nýskipanini, sum Obama fekk meiriluta fyri í fjør.
Mitt Romney royndi eisini at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í 2008, men máti lúta fyri John McCain.