Romney vil brúka hermegi ímóti Iran

Mitt Romney, sum roynir at blíva valevni hjá republikanarunum á amerikanska forsetavalinum næsta ár, sigur nú, at hann er til reiðar at brúka hermegi í Iran fyri at forða landinum at útvega sær kjarnorkuvápn.

-Um vit velja Barack Obama aftur, fær Iran kjarnorkuvápn, men um vit velja Mitt Romney, fáa iranar ikki kjarnorkuvápn, segði Romney í einum sjónvarpsorðaskifti í nátt, har republikanarar umrøddu amerikanskan uttanríkispolitikk. Romney legði afturat, at er tað neyðugt at brúka hermegi ímóti Iran, fer hann at gera tað.

Teir republikanararnir, sum stríðast um uppstillingina til næsta forsetavalið, eru ósamdir um, hvussu trupulleikin við Iran skal loysast. Mitt Romney vil brúka hermegi, Newt Gingrich tosar um at beina tey iransku kjarnorkuvísindafólkini av vegnum, og Herman Cain sigur, at USA eigur at stuðla teimum kreftunum í Iran, sum eru ímóti prestastýrinum.