Romney vann í Washington

Mitt Romney vann í nátt uppstillingarvalið hjá republikanarunum í statinum Washington. CNN sigur, at tá 80 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Mitt Romney fingið 36 prosent. Hann var rættiliga langt framman fyri teir báðar næstu kappingarneytarnar, Ron Paul og Rick Santorum, sum høvdu fingið ávikavist 25 og 24 prosent.

Eygleiðarar siga, at tað var umráðandi fyri Mitt Romney at vinna í Washington, tí sigurin kann ávirka úrslitið týsdagin, tá uppstillingarval verður í tíggju statum.

Sigurin í Washington var tann fjórði hjá Romney í eina viku. Frammanundan hevði hann vunnið í Michigan, Arizona og Wyoming.