Fyribilstøl úr amerikanska statinum Nevada vísa, at Mitt Romney vann ein greiðan sigur á republikanska uppstillingarvalinum har í gjár. Tá ein lítil helvt av atkvøðunum vóru taldar, vísti forsøgnin, at Romney fór at fáa 43 prosent og Newt Gingrish 25 prosent.
Tann, sum vinnur uppstillingarvalið í Nevada, tryggjar sær 28 valmenn. Undan valinum har hevur Romney fingið 71 valmenn, og Gingrich hevur 23. Men enn er langt á mál, tí fyri at vinna uppstillingina, skal eitt valevni hava minst 1.144 valmenn.
Republikanararnir høvdu eisini uppstillingarval í statinum Maine í gjár, men tað úrslitið er ikki komið enn.