Mitt Romney vann uppstillingarvalið hjá republikanarunum í statinum Maine í gjár. Hann fekk 39 prosent av atkvøðunum.
Men Romney fekk harða kapping frá Ron Paul, sum fekk 36 prosent. Rick Santorum, sum heldur óvæntað vann í trimum statum í síðstu viku, fekk 18 prosent í Maine, og Newt Gingrich endaði niðast við seks prosentum.
Ósigurin til Santorum seinasta vikuskiftið kom eftir øllum at døma óvart á Mitt Romney, men aftan á sigurin í Maine er Romney aftur tann, sum tykist hava teir bestu møguleikarnar at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í heyst.