Í gjár tapti Mitt Romney uppstillingarvalið í suðurstatunum Alabama og Mississippi, men í dag kann hann ugga seg við, at hann vann á Hawaii og í Amerikonskum Samoa.
Tá umleið 80 prosent av atkvøðunum vóru taldar á Hawaii, hevði Romney fingið 45 prosent, og hansara næsti kappingarneyti, Rick Santorum, hevði fingið 25 prosent. Romney vann eisini rættiliga greitt í Amerikonskum Samoa.
Við sigrinum á Hawaii og Amerikonskum Samoa fær Mitt Romney 29 valmenn afturat, men tað er lítið samanborið við teir 90, sum Rick Santorum fekk burtur úr sínum sigri í Alabama og Mississippi.
Mitt Romney er framvegis klárt á odda á kappingini hjá republikanarunum um, hvør skal royna seg ímóti Barack Obama í heyst. Romney hevur umleið 40 prosent av teimum 1.144 valmonnunum, sum eitt valevni skal hava fyri at tryggja sær uppstillingina.