Romney vann í fimm statum

Í USA vann Mitt Romney uppstillingarvalið hjá republikanarunum í fimm statum í gjár, og nú kann bara okkurt heilt óvæntað forðað honum at gerast forsetavalevni hjá flokkinum í heyst.

Romney vann í Connecticut, Delaware, New York, Pennsylvania og Rhode Island, og hann hevur nú tryggjað sær 844 av teimum 1144 valmonnunum, sum skulu tryggja honum ta endaligu uppstillingina á floksfundinum í summar. Teir báðir kappingarneytarnir, Newt Gingrich og Ron Paul, hava ongan møguleika nú, hóast 14 statir ikki hava stillað upp enn.

Mitt Romney segði í nátt, at hann fer nú at umskipa sítt valstríð við størri denti á sjálvt forsetavalið, sum verður í november.