Romney rindaði 14 prosent í skatti

Eftir strórt trýst hevur republikanska forsetavalevnið í USA, Mitt Romney, gjørt av at almannakunngera síni skattaviðurskifti. Tey vísa, at hann forvann 13,7 milliónir dollarar í fjør, og at hann rindaði 1,9 millión dollarar í skatti ella 14,1 prosent.

Harafturat sæst, at Romney lat fýra milliónir dollarar til ymisk vælgerandi endamál, og av teimum kundi hann draga 2,2 milliónir frá í skattinum.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at meðalinntøkan í amerikonsku meðalstættini liggur millum 50.000 og 75.000 dollarar um árið, og at tey rinda í meðal 12,8 prosent í skatti.

Barack Obama, forseti, forvann í fjør 790.000 dollarar, og hann rindaði um 20 prosent í skatti.