Romney revsar russar

Republikanska forsetavalevnið í USA, Mitt Romney, endurtók í gjár, at Russland er tann størsti mótparturin hjá USA. Romney segði, at amerikanarar og russar eru ikki óvinir og heldur ikki í stríði longur, men nevndi, at í ST arbeiðir Russland miðvíst ímóti uppskotum frá amerikonsku stjórnini.

Romney fanst at uttanríkispolitikkinum hjá Barack Obama, forseta og segði, at forsetin er alt ov lagaligur mótvegis russum. Eitt nú helt hann tað tað vera eitt stórt mistak, at USA hevði slept sínari ætlan um eina rakettverjuskipan í Eysturevropa, tí at stjórnin hevði slakað fyri Moskva.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mitt Romney sigur sína hugsan um russar og viðurskiftini millum Russland og USA. Fyri trimum mánaðum síðani segði hann Russland vera tann fremsta mótpartin hjá USA, hóast mong onnur halda tað vera al-Qaeda, Norðurkorea ella Iran. Táverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, minti tá Romney á, at vit eru í 2012 og ikki í sekstiárunum.