Romney á odda í Florida

Týsdagin skulu teir republikonsku veljararnir í amerikanska statinum Florida gera av, hvønn tey vilja hava flokkin at stilla upp ímóti Barack Obama á forsetavalinum í heyst.

Ta seinastu vikuna hava meiningakanningar bent á, at Newt Gingrich fór at vinna uppstillingarvalið í Florida, men nú vísa kanningar, at støðan er broytt. Sambært einari kanning hjá Quinnipiac fær Mitt Romney 38 prosent av atkvøðunum, og Newt Gingrich fær 29 prosent.

Hinir báðir, sum framvegis eru við í kappingini, Ron Paul og Rick Sanatorum, fáa ávikavist 14 og 12 prosent.