Romney framvegis fremstur

Fyrrverandi guvernørurin Mitt Romney er framvegis tann, sum tykist hava bestu møguleikarnar at gerast valevni hjá republikanarunum til forsetavalið í USA næsta heyst. Men hann kann kortini als ikki kenna seg tryggan.

Í einari nýggjari meiningakanning siga 23 prosent av teimum spurdu, at tey vilja hava Mitt Romney til forsetavalevni, og tað er trý prosentstig meiri enn í einari tilsvarandi kanning í juni.

Men heldur óvæntað fær Romney nú kapping frá tí svarta handilsmanninum Herman Cain. Í kanningini í juni vóru tað bara sjey prosent, sum vildu hava hann til valevni, men nú vilja 19 prosent hava hann. Orsøkin er sambært eygleiðarum, at hann hevur skotið upp at broyta skattaskipanina á ein hátt, sum skal hava við sær, at skattaprosentið hjá fyritøkum og løntakarum verður níggju.

Tann triði á valevnislistanum hjá republikanarunum er Ron Paul. 13 prosent styðja hann.