Romney fríggjar til jødar og póllendingar

Í einari roynd at fáa fatur á nøkrum jødiskum veljarum fer republikanska forsetavalevnið í USA, Mitt Romney, nú til Ísraels at vitja. Hann skal eisini til Bretlands og til Póllands. Vanliga velja teir amerikonsku jødarnir demokratiska flokkin, men fleiri jødar í USA halda, at Barack Obama, forseti, hevur verið ov atfinningarsamur ímóti Ísrael, og hesum ætlar Romney at gera sær dælt av.

Í Ísrael skal Romney hitta Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra og Shimon Peres, forseta, og hann skal eisini gera eitt rend yvir á Vestara Áarbakka at tosa við palestinska forsætisráðharran, Salam Fayyad.

Tað er heldur ikki av tilvild, at Mitt Romney hevur valt at fara til Póllands, nú hann skal av landinum, tí nógvir póllendingar í USA eru vónsviknir av, at Barack Obama slepti teirri fyrstu rakettverjuætlanini, sum millum annað skuldi hava støð í Póllandi.

Higartil hava búskaparviðurskiftini verið høvuðsevnið í amerikanska forsetavalstríðnum, men eygleiðarar siga, at uttanlandsferðin fer at geva Romney ein møguleika at finnast at Obama og at vísa, at hann eisini kennir heimin uttan fyri USA.